Vælkomin

" Vælkomin á heimasíðuna hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ "

Soleiðis hevur neystið opið

 Kostnaðurin fyri tímarnar sæst í vinstru síðu.

 venjingartidir


Posted on : Nov 26 2013
Posted under Felagið |

Ein av síðstu venjingunum í 2013

 

IMG_0741

Í kvøld var av fagrasta veðri á Skálafjørðinum. Ikki eitt lot og sólin bakaði.

Tískil vóru allir bátarnir hjá felagnum flotaðir í kvøld kl.18. Síðan bleiv róð kapp 1 x 500m og  2 x 250m

Eftir róðrarnar lupu mannfólkini í bátahylin og svumu millum neystið og bátabrúgvarnar.

Ein sera hugnalig venjing og løta eftir venjing. Read more »


Posted on : Jul 25 2013
Posted under Tíðindir |

Gull til barnaróður gentur og silvur til masters kvinnur

DSC_0421

Í dag var Vestanstevnan hildin í Sørvági. Eins og síðsta leygardag, so vístu veðurgudarnir seg ikki frá síni bestu síðu. Regn og nógvur vindur darvaðu róðrarlíkindunum. Fyri okkum gulu kom tað eisini at merkjast á nøkrum úrslitum.

Men latum okkum halda okkum til róðrar og úrslit fyrst.

Lagt var til bráts við barnaróðrunum. Væl úr hondum greiddir í allar mátar. Okkara ungu dreingir í Ternuni drivu á, og komu hesaferð eitt pláss longur fram enn seinast. Teir endaðu á einum 5. plássi.

Síðan løgdu barnaróður gentur seg til startin og her fingu vit so gullmerkið í dag. Okkara gentur hava víst at tær eru góðar og tær prógvaðu so dyggiliga í dag at tær eru millum bestu gentumanningar í barnaróðri. Við 3 sekundum aftur til næsta bát settu tær alt uppá pláss vestri í Sørvági. Flott gentur og stórt til lukku. Vit gleða okkum til Ólavsøkuna :)

Read more »


Posted on : Jul 14 2013
Posted under Tíðindir |

Góður dagur á Varmakeldu

varmakelda-202

Hóast veðurgudarnir ikki vóru við á Varmakeldu hetta vikuskiftið, so mugu vit staðfesta at eydnan var við okkum gulu á Varmakeldu. Ikki færri enn fýra ferð vóru boð eftir manningum úr Kappróðrarfelagnum NSÍ, í samband við heiðursmerkja handan. Hetta var eitt frálíkt úrslit, ið vit eru stolt av.

Barnamanningin við gentum var fyrst at hála medalju heim til felagið. Við sera góðum róðri eydnaðist tað teimum at fáa silvurheiðursmerkið heim við, meðan løtu seinni fingu masters kvinnur bronsu.

Síðan byrjaði FM kappróðurin langt um leingið. Ilt hevði gingið at lagt masters kvinnur, men tíbetur minkaði vindurin, soleiðis at tá FM-róðrarnir skuldu rógvast, tá blikaði Fuglafjørður. Read more »


Posted on : Jul 07 2013
Posted under Tíðindir |

Lutaseðlarnir drignir

kappnsi

Leygarkvøldið á Eystanstevnu dróg Kappróðrarfelagið NSÍ lutaseðilin, sum felagið hevur selt.

Vinnandi seðlarnir vóru:

  1. 0821
  2. 0345
  3. 3152
  4. 1822
  5. 1830
  6. 3646
  7. 0275
  8. 3049
  9. 1508
  10. 3119
  11. 0956
  12. 0958

Vinnararnir kunnu venda sær til Kappróðrarfelagið á kappnsi@kappnsi.info

Kappróðrarfelagið NSÍ takkar fyri stuðulin.


Posted on : Jun 16 2013
Posted under Tíðindir |

Væl eydna flaggdagshald í neystinum

Bátarnir komnir innaftur í neystið. Tað er hugaligt at síggja so nógvar gular bátar flóta aftur.

Bátarnir komnir innaftur í neystið. Tað er hugaligt at síggja so nógvar gular bátar flóta aftur.

Í gjár, flaggdagin, 25. apríl var skipað fyri flaggdagshaldi í neystinum.

Um 1-tíðina møttu allir rógvarar hjá felagnum í neystinum fyri at flota bátarnar. Róð var út í bátahylin í Runavík, og síðan var gingið inn til posthúsið, fyri at luttaka í flaggdags skrúðgonguni, ið gekk út til býráðshúsið.

Eftir flaggdagshaldið bjóðaði Kappróðararfelagið NSÍ øllum inn í neystið, har nógv bleiv gjørt burtur úr. Fyrst komu allir bátarnir rógvandi innaftur í bátahylin, saman við fleiri frítíðarbátum.

Read more »


Posted on : Apr 26 2013
Posted under Tíðindir |

Bátarnir um at vera klárir

Soleiðis hava nakrir av okkara bátum og manningum staðið síðsta mánan.

Soleiðis hava nakrir av okkara bátum og manningum staðið síðsta mánan.

Síðsta mánan hevur nógv lív verið í sjálvum bátaneystinum, har fleiri av okkara manningum hava stríðst við at gjørt bátarnar klárar til at vera sproytaðir av nýggjum.

Nú eru so tríggir av bátunum sproytaðir, og av teimum eru tveir sjósettir. Tjaldrið og Sølmundur hava verið nakrar túrar á fjørðinum.

Vit eru tískil sera spent at síggja hvussu hesar ungu manningar koma at klára seg í summar. Um tveir mánar, vera fyrstu róðrarnir og tá vóna vit at hava fleiri gular bátar við.

Read more »


Posted on : Apr 01 2013
Posted under Tíðindir |

Aðalfundur hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ

kappnsi logoKappróðrarfelagið NSÍ heldur ársaðalfundin fyri árið 2012 í róðrarneystinum Niðri á Støð á Glyvrum týskvøldið 26. februar 2013 kl. 19:30. Øll róðrarhugað eru vælkomin at luttaka, og á fundinum ber til at gerast limur í felagnum.

Skráin:

 

 

• Val av fundarstjóra
• Frágreiðing nevndarinnar um farna árið
• Framløga av roknskapi og góðkenning av fíggjarstøðu
• Val av nevndarlimum og tiltakslimum
• Val av grannskoðara
• Innkomin mál (eitt nú viðtøkubroytingar)
• Ymiskt

Møtið stundisliga

Kappróðrarfelagið NSÍ


Posted on : Feb 13 2013
Posted under Tíðindir |

Út á skúlarnar

ung at rógva

 

 

 

 

 

 

Kappróðrarfelagið NSÍ fer undir eitt átak, fyri at fáa fleiri ung fólk, at setast við árarnar.

Umboð fyri kappróðrarfelagið, fara komandi mikudag, at vitja skúlarnar á Toftum og við Løkin, fyri at greiða frá um virksemi felagsins, og hvat felagið væntar av eini møguligari manning.

Vónandi taka tey ungu væl ímóti hesum og gera eina roynd at manna onkran bát.

 

Eru tað onnur í hava áhuga at rógva, kunnu tey venda sær til onkran í nevndini, fyri at fáa meiri at vita.

 


Posted on : Jan 16 2013
Posted under Tíðindir |

Góð uppmøting til kunningarátak í neystinum

018

Nú vit eru farin forbí styttsta dag, og vit spakuliga nærkast tí nýggja árinum, so kemur tíðin eisini at rógvarar og aðrar summar ítróttargreinar gera seg klárar til nýtt kappingarár.

Tað er einki dulsmál at síðstu tvey árini hevur Kappróðrarfelagið NSÍ verið í einum aldudali. Gomlu kempurnar, ið høvdu mannað bát síðstu nógvu árini, valdu at taka frí, og hetta merkti at fleiri av bátunum ikki høvdu nakra manning.

Í fjør tók nýggj nevnd við og hevur hendan nevndin sett út í kortið, at okkurt munagott skal gerast fyri kappróðurin í økinum.

Á hugnaløtuni í kvøld var nógv á skránni og nógv fólk vóru eisini møtt upp, fyri at vísa áhuga og fyri bjóða seg fram at rógva. Read more »


Posted on : Dec 29 2012
Posted under Tíðindir |